Felagið KRIS hevur eftirlýst betri hjálp til offur fyri kynsliga misnýtslu í Føroyum. Í mei verður ráðstevna í Íslandi um at fyribyrgja kynsligan ágang Ein ráðstevna um fyribyrging av kynsligum ágangi verður í Reykjavík 15. - 16. mai 2008. Hetta skrivar felagið Javni á heimasíðu sínari.
Tað eru Barnaverndarstovan í Íslandi, fyribyrgjandi felagsskapurin Blátt áfram, Háskúlin í Reykjavík og Þroskahjálp, sum eru høvuðsstuðlar til hesa ráðstevnu.
Ráðstevnan verður á enskum, og fyrilestrarhaldarar verða íslendskir og altjóða serfrøðingar á økinum. Ein av fyrilestrarhaldarunum, Shirley Paceley, vísir á, at tøl frá ymsum londum benda á, at børn við menningartarni eru í 50 % størri vanda fyri at vera kynsliga misbrúkt.
Ensk kunning um tiltaki er á www.blattafram.is