Ráðstevna um dr. Jacobsen í Hetlandi

Í mai mánaði komandi ár verur ein serstøk føroysk-hetlendsk ráðstevna um Jákup Jakobsen, doktara, og rannsóknir hansara
Jákup doktari var málfrøðingur og bókmentafrøðingur og savnaði skaldskap á manna munni.
Hann var eisini fyrsti føroyingur, ið vann sær doktaraheiti, hvørs evni var norrøna málið í Hetlandi.
Høvuðsfyrireikari til stevnuna er Brian Smith, skjalavørður á hetlendska skjalasavninum. Medfyrireikari er Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyamálsdeildini.
Fyrilesarar á ráðstevnuni verða úr Føroyum, Hetlandi og aðrastaðni frá. Ráðstevnumálið verður enskt.
Úr Føroyum fara hesi at halda fyrilestur:
Eyðun Andreassen, dr. phil.; Marianna Debes Dahl, rithøvundur; Edith Bugge, M.A.; Arne Thorsteinsson, fornfrøðingur og Hjalmar P. Petersen, málfrøðingur.
Sagt verður, at hjá føroyingum ber væl til at fara við Norrønu á ráðstevnuna.