Hósdagin 18. september verður ein stór ráðstevna á Hotel Føroyum um orðblindni. Endamálið við ráðstevnuni er at fokusera á, hvat kann og eigur at gerast, so orðblindir skúlanæmingar kunnu fáa fakliga nyttu av sínum skúlaárum, hóast teir eru orðblindir
Orðblindni er rættiliga vanligt, eisini í Føroyum, men tey fægstu munnu geva sær far um, at umleið fimm prosent av øllum føroyingum eru orðblindir og at tvey prosent av øllum føroyingum hava enntá stórar trupulleikar av sínum orðblindni.
Nú hevur Lions Club Tórshavn saman við millum annað Mentamálaráðnum tikið stig til eina stóra ráðstevnu um orðblindni, sum verður á Hotel Føroyum hósdagin 18. september frá klokkan 9 til 16, har fakfólk fara at hava fyrilestrar og kunna um orðblindni.
Yvirskipaða endamálið við ráðstevnuni er at fokusera á, hvat kann og eigur at gerast, so orðblindir skúlanæmingar kunnu fáa fakliga nyttu av sínum skúlaárum, hóast teir eru orðblindir. Tí hóast orðblindni er ein stórur trupulleiki, ber væl til at gera nakað við tað.
Millum annað kann staðfestast við einari kanning, um lesi- og skrivitrupulleikar botna í orðblindni, og tað ber eisini til at geva bæði skúlanæmingum og vaksnum við hesum trupulleika hjálp, so tey annaðhvørt læra at lesa og skriva ella á annan hátt fáa atgongd til fakliga vitan.
Hjálp til orðblind
Tað er Lions Club Tórshavn, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna, ið millum annað fær undirtøku frá Mentamálaráðnum. Árliga listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku gav í ár 70.000 krónur, sum burturav fara til ráðstevnuna um orðblindni.
? Okkara tanki er at seta nakað í gongd, so orðblindni verður tikið í størsta álvara, har tað veruliga ber til at gera nakað, sum kann muna. Allarbest hevði verið, um henda ráðstevnan kundi gjørt, at sett vóru nøkur mál og tikin nøkur stig, so orðblind í Føroyum kunnu fáa hjálp, sigur Rasmus Magnussen, sum vegna Lions Club Tórshavn er ein av stigtakarunum.
? Orðblindni viðkemur so mongum, bæði teimum orðblindu, foreldrum og familju teirra, lærarum og øðrum, tí eru vit í nøkulunda somu støðu sum londini rundan um okkum, eru útivið túsund føroyingar orðblindir og kunnu fáa eitt heilt annað lív, verður nakað gjørt fyri at hjálpa upp á trupulleikan.
Rasmus Magnussen sigur, at tað hevði verið ynskiligt, um ein arbeiðsbólkur kundi arbeitt burturav við orðblindni, so neyðug átøk vóru sett í verk. ? Endamálið við ráðstevnuni er at seta nakað í gongd, og tað vóna vit, at bæði politikarar, skúlafólk og onnur vilja viðvirka til, sigur hann.
Fakligir fyrilestrar
Á ráðstevnuni fer leiðarin á danska orðblindnistovninum í Ballerup, Karl Åge Andreasen, at tosa um, hvussu tað ber til at skipa og fremja eina serliga tilrættislagda serundirvísing fyri orðblind. Í fyrilestrinum leggur hann dent á, hvat skal gerast og hvussu úrslit skulu røkkast.
Somuleiðis fer leiðarin fyri vaksnamannaorðblindniskúlan í Albertslund, Hans Pauli Christiansen, at greiða frá royndum sínum frá undirvísing av vaksnum orðblindum, og hann fer eisini at koma inná, hvussu orðblind kunnu fáa eina útbúgving og standa seg á arbeiðsmarknaðinum.
Halgerð Hansen, lesikonsulentur, fer at greiða frá sínum royndum í Føroyum við serundirvísing fyri børn og vaksin við lesi-, skrivitrupulleikum og orðblindni, og sama evni fer leiðarin á Alv-skúlanum við Áir, Maibritt Holm Andersen, at viðgera.
Formaðurin fyri felagið fyri lesi- og skriviveik, Anne Karin Kjeld, fer síðani at greiða frá arbeiðinum fyri orðblind, áðrenn ráðstevnan endar við einum pallborði, har bæði leik og lærd fara at siga frá og annars svara spurningum.
Ráðstevnan er almenn og kostar 200 krónur fyri hvønn, íroknað mat og drekka. Tilmeldingin fer fram á Hotel Føroyum.