Rósti Hitleri

60 ára gamli týski politikarin Klaus-Júrgen Menzel, sum umboðar tann høgrasinnaða flokkin NPD í landdegnum í Sachsen, segði í síðstu viku, at Adolf Hitler var ein stórur statsmaður. Hetta segði hann eisini í fjør, og tá skoytti hann uppí, at Hitler er kanska tann størsti statsmaðurin, sum Týskland hevur fostrað. Í dag vil eingin av hinum limunum í landdegnum hava nakað við Menzel at gera, og hann hevur fingið forboð fyri at møta á fundum har. Sætið í landdegnum missir hann kortini ikki.