Rættarhjálpin yvir 400 fyrispurningar

Seinasta ár fekk Rættarhjálp Føroya 458 fyrispurningar. Av hesum endaðu 58 sum sakarmál. 17 prosent av fyrispurningunum snúðu seg um bygningsmál og fastogn Kristina Samuelsen, leiðari í Rættarhjálp Føroya, segði við Rás2 í gjár, at samanborið við til dømis Aalborg í Danmark, fær føroyskar rættarhjálpin nógvar fyrispurningar.

Í 2007 vóru 458 fyrispurningar. 58 av hesum endaðu sum rættarmál. Hetta er eitt sindur minni enn árið fyri, men sum sagt framvegis meira enn í grannalondunum.

Føroyska Rættarhjálpin hevur havt samstarv við rættarhjálpina í Aalborg, og samanborið við tann stovnin hevur føroyska rættarhjálpin fleiri mál, samstundis sum tey fáa minni stuðul.

Upp ímóti ein fimtingur av málunum í 2007 snúðu seg um byggi- og fastognarmál. Sambært dagliga leiðaranum í Rættarhjálpini, Kristinu Samuelsen, kann hetta vera ein náttúrlig avleiðing av, at serstakliga nógv byggivirksemi hevur verið tey seinastu árini.