Rættarmálið í Grikkalandi ímóti kurdiska PKK-leiðaranum Abdullag Øcalan og ellivu øðrum monnum er fyribils útsett.
Teir ellivu menninir eru ákærdir fyri at hava smuglað kurdaleiðaran til Grikkalands í 1999 og harvið hótt landsins trygd. Málið er útsett, tí teir griksku verjarnir hjá Øcalan hava ikki fingið nakra váttan frá honum um, at teir kunnu verja hann í rættinum. Øcalan situr sjálvur í fongsli í Turkalandi.
PKK hevur í nógv ár stríðst fyri kurdiskum sjálvsstýri har eysturi í Turkalandi, men gavst við bardaganum, tá Øcalan varð tikin fyri trimum árum síðani.