Rættartrygdin skal vera í hásæti

- Lat tað vera heilt greitt, at eg haldi ikki, at sensurur er ein gongd leið at fara. Vit liva í einum vesturlendskum landi við langari siðvenju við talu og skrivifrælsi, og skulu vit sjálvsagt liva upp til hetta aðalmálið.

Tað sigur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin. Nógv kjak hevur verið um lógaruppskotið um ítróttarvedding, sum hon legði fyri Tingið í vár. Ein lóg, sum hevur til endamáls at tryggja pening til sjálvboðið arbeiði hjá eitt nú ÍSF, MBF og barna- og ungdómsarbeiði annars.

Tingkvinnan vísir á, at vit liva í einum landi, har rættartrygdin skal vera í hásæti. Tað kann treyðugt vera skilagott í heilt serligum førum at seta filtur á ávísar ólógligar ella kriminellar heimasíður til tess at verja brúkaran. Dømi um hetta kann vera ólóglig spøl ella heimasíður, sum hýsa barnaporno.

- Fert tú inn á eina heimasíðu í dag, ið hýsir barnaporno, ert tú kriminellur ella kriminell sambært okkara revsilóg. Tað er komið fyri, at børn og vaksin av misgávum eru komin inn á slíkar síður. Tað er beinleiðis ólógligt og revsivert. Viðvíkjandi spølum á internetinum eru tað fleiri, sum eru komin í stórar trupulleikar og hava mist heilt nógvar pengar. Ikki tí, tað gera fólk sum oftast, tá tey spæla, men orsaka av, at spælt hevur verið á heimasíðum, har ongin trygd er fyri, at pengarnir fara til tað endamál, peningurin sigst at fara til, sigur Annika Olsen.

Tingkvinnan leggur afturat, at lógin um ítróttarvedding legði upp til eina heimild til landsstýrismannin í innlendismálum at gera eina kunngerð til tess at kunna seta forboð fyri at spæla á ólógligum heimasíðum. Tað var fremst av øllum í hesum andanum, at lógarheimildin skuldi skiljast og ikki bert at tryggja ítróttarvedding pening. Tað verða ongi forboð, filtur ella ávaringar sett á spøl á internetinum yvirhøvur.