Steinbjørn O. Jacobsen
varaborgarstjóri
Nú leggur Klaksvíkar Býráð síðstu hond á fíggjarætlan fyri ár 2001.
Rentu og avdráttargjøld Kommununnar eru uml. 23 mill. kr. og tað verður tungt nøkur ár afturat, tí enn gongur ein tíð til skuldin er komin niður um eina álíkning, sum í dag er uml. 86 mill.kr.
Rakstrarútreiðslurnar hjá Kommununi eru rættuliga høgar, so av teimum 86 mill. kr. er bert møguleiki til uml. 19 mill. kr. til íløgur, og tá hugsa verður um íløgutørvin, so er tað tungt at røkka á mál.
Íløgurnar til tey ymisku málsøkini røkka ikki til.
Av somu orsøk er trupult at fáa arbeiðini sum gerast skulu liðug til lítar, tí tað er so nógv, sum liggur á lánið, og tá so fíggjarætlan verður løgd fyri bert eitt ár, verður ein støðug togan millum málsøkini um at fáa nóg mikið avsett til tær ymisku ætlaninar Kommunan hevur fyri neyðini og tær eru ikki so lítlar. Úrslitið verður, at ov lítið er til flestu ætlanir og so má arbeiði steðgast (fyribils) og tað stendur í hálvum gekki, tí eingin játtan er eftir, og royndirnar siga okkum, at tað sum fyrst er steðga, er tungt at fáa gongd á aftur, tað eru mong dømið um tað, harafturat førir hetta við sær meirkostnað hvørja fer arbeiði skal takast uppaftur.
Býráði eigur tí at leggja á annan bógv.
Klaksvíkar Býráð má tí hugsa longur enn eitt ár og hetta er eisini tað sum Føroya Landsstýrið hevur álagt kommunum í samband við íløgurnar. Tað eigur at verða gjørd ein íløgu og rakstarætlan yvir umleið fimm ár, og gjørd ein neyv raðfesting yvir hesi árini, so vistu øll sum búgva í Klaksvíkar Kommunu at arbeiðini vóru raðfest yvir eitt áramál og kundu sæð fram til eina ásetta byrjan, sum heldur og nær arbeiðini standa liðugtgjørd.
Hugsa vit um tey arbeiðini Klaksvíkar Kommunu hevur ábyrgd av, sum standa í hálvum gekki, so kennist hetta syrgiligt, tí hvør borgari í kommununi er nøgdur, at bíða í óvissu.?
Í Klaksvík, Ánunum, Grøv, Oyrum og Àrnafirðið eiga øll at trívast og hava tað gott.
Ein hópur skrivar um støðuna á barnaansingarøkinum í Kommununi. Støðan eigur at verða greið hesum víðvíkjandi. Vit eiga at gera eina raðfesting av hesum tørvi og kanna gjølla hvat kostnaðurin verður av ansingarstovnum ið lúka ásettum krøvum, uttan at tað skal verða ein glasilig ætlan sum er ómøgulig at útvega pening til. Peningur má síðan setast á fíggjarætlaninar sum gjørdar verða, so tey foreldur, sum enn ikki hava fingið børnini á stovn ella í dagrøk vita, at innanfyri eitt ávíst tíðarskeið er tørvurin nøktaður. Vit hava júst sett ein samskipara av barnaansingarøkinum, sum skal fylgja upp tørvin í samband við bíðilista o.a. sum síðani leggur tilmælið fyri sosialu nevnd at takað støðu til. Hetta kemur at gera málið nógv greiðari og lættari at loysa. Bert í mínum fýra ára valskeiði, eru útvegaði uml. 140 fleiri ansingarpláss, tá er komandi ansingarstovnur við Kjalarvegin sum letur upp í decembur tikin við.
Tá ein Kommuna sum Klaksvík er í so stórari menning og arbeiði er til allar hendur, er tað ábyrgd Býráðsins, at skapa teir karmar, ið eru neyðugir fyri trivnað, so enn fleiri kenna trongd at leita sær hesa leiðina og velja at búsetast her, eisini tey, sum noyðast burtur í lestrarørindum.
Tjóðveldisflokkurin hevur álit, ikki bert á Klaksvíkini sjálvari, men eisini á tí fólkið, sum búleikast í Klaksvíkar Kommunu, tað er jú fólkið ið byggir bý og bygdir. Polittikarin er fyri fólkið, men hava tey álit á okkum.? Hvussu gongur at halda tað vit lova teimum.? Vel tann í Býráði, sum tú hevur álit á.
Latið okkum øll hava ta mál, at legggja okkara í, at her er okkum gott at búgva, og her trívast ung og gomul, uttan mun til førleika ella aldur.