Rættin mátti víkja fyri menningini

Rættin hjá norðara Leiti haganum, sum hevur staðið heimanvert fyrstu húsini í Vatnsoyrum, er nú niðurtikin

Hon mátti lúta fyri nýggju útstykkingini, sum verður gjørd í Vatnsoyrum. 
Vága kommuna er nevniliga farin undir nýggja útstykking í Vatnsoyrum. Gjørt verður klárt til fyrstu húsini, sum verða bygd oman fyri fyrstu húsini, komið verður til, tá ein kemur í Vatnsoyrar úr Miðvági. 
- Farið verður varliga fram, og í fyrsta umfari verða bara nøkur fá stykki gjørd byggibúgvin, hóast bíðilisti er fyri at fáa grundstykki í Vatnsoyrum, verður sagt úr Vága kommunu.