Rætting til tíðindaskrivið um løgtingsins umboðsmann

Í tíðindaskrivinum frá 13. aug. 1999: »Sjálvandi skulu vit hava fólksins umboðsmann«, kom tíverri at standa, at ?m.a. hetta fekk Javnaðarflokkurin við í samgonguskjalið frá 1994". Tað var sjálvandi Óli Jacobsen frá Verkamannafylkingini, sum fekk Løgtingsins umboðsmannastovn við í samgonguskjalið frá 1994 - hetta var og er jú eitt av hansara hjartamálum.

Men Javnaðarflokkurin tók fult undir við uppskotinum - og ger tað enn.


Javnaðarflokkurin,

t. 17. aug. 1999