Rættleiðing í samband við grein undir heitinum, "Borgarstjórin á Tvøroyri hóttir als ikki nakrar kommunur í Suðuroy

Jaspur Vang og Marjun Olsen
Býráðslimir, á Tvøroyri tann 6. februar 2005


Grein undir oman fyri nevnda heiti var leygardagin tann 5. februar 2005 at síggja í Dimmalætting og Sosialinum. Greinin viðgjørdi ávís viðurskifti, sum skuldu hava verið viðgjørd á fundi í Tvøroy- rar Býráð tann 25. januar 2005.

Av tí at lesarin fær ta fatan, at undirritaðu hava skrivað undir greinina og harvið kunnu ábyrgdast fyri innihaldið í greinini og almannakunngerðini av sama, skal hervið verða gjørt kunnugt, at undirritaðu ikki vóru kunnað um innihaldið í greinini, eins og undirritaðu ikki hava skrivað undir greinina.