Órættvíst trýst

Veruleikin er, at Rumenia ikki longur hevur eitt lið í heimsflokki. Og tí heldur Sorin Cobana, sjónvarpstíðindamaður, at atfinningarnar móti rumenska liðnum ikki altíð eru eins rættvísar

Fótbóltur

 

Sorin Cobana starvast á rumenskari sjónvarpsrás, og tí hevði hann longu fingið sítt, tá skrivandi starvsfelagar hansara gjørdu seg til reiðar at húðfletta Victor Piturca.

Men í mun til fleiri av starvsfeløgunum, so helt Sorin ikki, at ágangurin móti venjarnaum var heilt rættvísur.

- Fyrst og fremst, so vunnu vit dystin, og tað eiga vit at fegnast um. Tíverri er tað so, at spælihátturin verður settur eins nógv í fokus sum úrslitið. Heima høvdu fólk rokna við meira flótandi spæli, og tað er eisini rætt, at vit fyri 10-15 árum síðani høvdu spælarar, sum veruliga kundu hugtaka fótbóltselskarar.

- Tá var tað eisini so, at fólk flest settu fótbóltslandsliðið langt oman fyri restina av rumenskum ítrótti. Men í dag eiga vit ikki eitt lið, sum veruliga er í heimsflokki. Og tí er støðan í dag meira, sum hon plagdi at vera, sigur Sorin Cobana.

Kanska tí tit ikki longur hava ein Hagi, ein Popescu ella ein Lacatus?

- Ja. Tað eru spælarar, sum vit ikki eiga í dag. Fólk vilja fegin hava, at liðið skal spæla sama fótbólt, sum vit gjørdu tá, men tað klára vit ikki.

- Hartil eru eisini fleiri gølur í heimligu kappingini. Tað ljóðar, at fleiri vilja sleppa framat valdinum í rumenska fótbóltssambandinum, og tað er eisini við til at leggja trýst á spælarar og venjara, tí tey fáa ikki tann arbeiðsfriðin, sum er neyðugur.

- Men samstundis hava vit eina støðu, har spælið ikki er nóg gott, og har úrslitini heldur ikki eru nøktandi. Við allari virðing fyri Føroyum, so eigur tað at vera munur á rumenska og føroyska landsliðnum, men tann munurin var ikki altíð so sjónligur í dag. Vit fingu trý stig, men mátin, sum vit fingu hesi uppá, var ikki nøktandi fyri fólkið, sigur Sorin Cobana.

Og heima eru miðlarnir eisini í fullari ferð við at húðfletta liðið. Har verður skrivað, at rumensku yrkisspælararnir við neyð og deyð stríddu seg til sigurs móti einum føroyskum liði, sum bara telur fýra útisetar, meðan restin av spælarunum eru lærarar, politistar og bókhaldarar. Enn situr Victor Piturca tó í venjarastólinum, men tað kann væl verða, at trýstið á hann og fótbóltssambandið annars gerst somikið stórt, at eitt skifti gerst neyðugt.