Heðin á Lakjuni hevði tey árini, ið hann spældi í høvuðsstaðnum við ávíkavíst B36 og HB, vunnið eitt sindur av hvørjum, so tað var ein sigursvandur spælari, ið vendi heim aftur til barndómsfelagið undan kappingarárinum í fjør. Men hóast KÍ er eitt tað mest vinnandi felagið í føroyskum fótbólti, so royndist árið í fjør stak illa hjá besta liðnum.
Er farið í gloymibókina
- Tað var eitt ógvuliga súrt og tungt ár. Tá vóru vit ógvuliga langt niðri, og eg haldi, at hjá okkum er tað árið langt síðani farið í gloymibókina, sigur Heðin á Lakjuni.
Liðskiparin hjá KÍ ber tó ikki ótta fyri, at ringa árið í fjør fer at endurrtaka seg í ár, og hann roknar við, at KÍ fer at liggja í toppinum í ár.
- Vit eru nógv betur fyri í ár, tí vit hava vant ógvuliga hart og miðvíst síðani í januar mánað. Í fjør vandu vit als ikki líka hart í uppstartinum, og tí vóru vit ikki nóg væl fyri, tá ið kappingin byrjaði, heldur Heðin á Lakjuni. Hann vísir á, at nýggi venjarin, Tony Paris setur strong krøv til leikararnar, sum allir hava stóra virðing fyri nýggja venjaranum.
Hópurin líka væl fyri
KÍ hevur mist nakrar spælarar undan kappingarárinum, men samstundis eru nýggir spælarar eisini komnir til.
- Eg haldi ikki, at vit eru verri fyri í ár enn í fjør, hvat viðvíkur fólki. Hópurin er hampuliga breiður, og um vit sleppa undan alt ov nógvum skaðum og leikbannum, sær tað ikki so galið út, heldur KÍ-liðskiparin.
Spurdur hvørji lið fara kappast um tey fremstu plássini í Formuladeildini í ár, sigur Heðin á Lakjuni, at tað væntandi verða fleiri um boðið.
- Sjálvt um kappingin í fjør var ógvuliga tøtt, so vænti eg, at hon verður uppaftur tættari í ár. Eg ivist ikki í, at tey bæði havnarfeløgini, HB og B36, verða við í oddastríðnum, og so vænti eg eisini, at Skála og NSÍ verða ovarlaga. EB/Streymur hevur eisini gott fólk og ætlar sær upp í oddin, og vit verða vónandi eisini við í stríðnum um fremstu plássini. So alt í alt verða tað nógv lið, ið fara at berjast um heiðursmerkini, sigur Heðin á Lakjuni.
Allur býurin livir við í KÍ
Tað er eingin loyna, at klaksvíkingar eru ógvuliga lokalir, og at teir stuðla sínum ítróttarfólki við lív og sál. Hetta merkja spælararnir í KÍ sjálvsagt eisini.
- Tað er ein ómetaliga stórur áhugi fyri KÍ í býnum. Í fjør, tá ið tað gekk so mikið illa, var tað ikki altíð líka stuttligt, men framvegis eru klaksvíkingar ótrúliga trúfastir. Eg haldi eisini, at fólkið her í býnum hevur góðar vónir til í ár. Tað hava verið nógv fólk og hugt at venjingunum hjá okkum, og tað er eitt ávíst bjartskygni at hóma, sigur Heðin á Lakjuni.
Ein av orsøkunum til tað er ivaleyst, at nýggi venjarin, Tony Paris, áður hevur roynt seg í KÍ við sera góðum úrslitum, og tí trúgva bæði áskoðarar og leikarar, at tað ber til at blanda seg upp í oddin, heldur Heðin á Lakjuni.
- Tað er púra vist, at fólkini í og kring KÍ hava stórt álit á Tony. Hann hevur víst sínar dygdir her í felagnum áður, og klaksvíkingar hava góðar vónir til hetta kappingarárið. Eg haldi eisini, at hetta bjartskygni hevur smittað eitt sindur av upp á okkum leikarar, sigur KÍ-liðskiparin.
Vónar fleiri møguleikar á landsliðnum
Í longri tíð hevur Heðin á Lakjuni verið partur av føroyska landsliðshópinum, men tað hevur gingið striltið hjá klaksvíkinginum at teljast millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum. Men hesi seinastu árini hevur hann tó fingið møguleikan nakrar ferðir, og sjálvur vónar, at hann fer at fáa fleiri slíkar møguleikar.
- Landsliðið er sjálvsagt ein gularót, og tað er altíð stuttligt at verða við í landsliðshøpi. Eg haldi eisini, at eg eri sloppin framat eitt sindur oftari síðstu tíðina, og eg vóni, at tað verða enn fleiri møguleikar til mín á landsliðnum næstu árini, sigur Heðin á Lakjuni.
Setur búgv í Klaksvík í løtuni
Klaksvíkingar hava í nógv ár stríðst við, at bestu spælararnir hjá felagnum flyta úr býnum og serliga til høvuðsstaðin, har teir spæla við teimum báðum stóru høvuðsstaðarfeløgunum. Heðin á Lakjuni er ein av spælarunum, sum hevur roynt hetta, men tað er ikki nógv, sum bendir á, at KÍ-liðskiparin ætlar sær at fara úr heimbýnum aftur.
Heðin á Lakjuni, sum er útbúgvin rørsmiður, er í løtuni í ferð við at byggja sær hús í Klaksvík, og tað má tulkast sum, at hann ongar ætlanir hevur um at fara úr hvørki Klaksvík ella KÍ.