Rávørur og upp­skrift­ir sum lætta um ger­andis­dagin

Matbitin skal lætta um gerandisdagin. Tað sigur Elsa Sandberg Nielsen, sum stovnaði fyritøkuna í 2019.

Nógv kenna helst til tað at standa við kølidiskin í handlinum og hugsa, hvat skal keypast til døgurða. Matbitin selur kassar við uppskriftum og ráðvørum. Sostatt fæst fjølbroyttur og heilsugóður matur 3-4 ferð um vikuna  

 

Elsa Sandberg Nielsen hevur kandidatútbúgving í Kliniskari Føðslu. Tá hon var liðug við útbúgvingina og skuldi finna sær starv, vóru møguleikarnir avmarkaðir.

 

- Eg noyddist at skapa okkurt sjálv, tá kom hetta við matkassunum til mín, at tað hevði verið viðkomandi, tí tað manglaði í Føroyum.

 

Í 2019 stovnaði hon Matbitan, sum selur máltíðar matkassar. Hon fekk familjuna at royna matin, og gjørdi heimasíðu, so at kundar fáa tekna sær hald. Byrjað varð í Keypsamtøkuni í Miðvági, fyri at kanna hvussu verkætlanin royndist, Síðani kom Keypsamtøkan í Havn við, og í dag fæst matkassin í øllum FK handlum. Í Havnini ber eisini til at fáa veiting til dyrnar.

 

Kassarnir vera pakkaðir mánadag, og hvønn týsdag kunnu tey, sum hava teknað hald, heinta ein kassa við rávørum og uppskrift.

 

- Tankin er at lætta um gerandisdagin hjá fólki, soleiðis at tey sleppa undan at standa í handlinum hvønn dag og hugsa um, hvat tey skulu hava til døgurða.

 

Døgurðamaturin er fjølbroyttur, og Elsa roynir altíð at sníkja grønmeti og fullkorn í rættirnar,

 

- Soleiðis kann man ótilvitað gera tað heilsubetri.

 

Kundar heinta matkassarnir í øllum Keypsamtøkuhandlunum. Matkassarnir verða pakkaðir í Keypsamtøkuni, og tað er eisini Keypsamtøkan sum keypir inn.

 

Í kassanum er matur til tríggjar ella fýra rættir, onkur fær kassar aðruhvørja viku, men tey flestu hava bílagt sær kassa hvørja viku.

 

Elsa Sandberg Nielsen ger sjálv uppskriftirnar.

 

- Eg koyri bara tað í, sum eg sjálv haldi smakkar væl. Øllum dáma ikki tað sama, men eg royni at fevna breitt. Tað skal vera okkurt sum fólk flest dáma, fjølbroytt og við ymiskum proteinkeldum. At býta hetta hetta út á eina viku er eitt puslispæl, men Sum heild fáa eg bara positiva viðmerkingar.

 

Vøkstur hvørt ár

 

Síðani Matbitin bleiv stovnaður, hevur fyritøkan havt vøkstur hvørt ár,

 

- Málið er altíð at blíva størri. Tað hevur verið stuttligt at selja fleiri matkassar, og hetta er tað sum vit arbeiða fram ímóti.

 

Sum íverkseti hevur Elsa Sandberg Nielsen nógvar hættar, umframt at gera uppskriftir, tekur hon sær av marknaðarførðslu, bókhaldi, og fyrispurningum frá kundum.

 

- Eg skal altíð vera tøk, og tá kundar skriva eri eg altíð klár at hjálpa, tað er líkamikið um børnini eru heima, ella á stovni, men eg havi einki ímóti tí, tí mær dámar væl arbeiðið. Eg haldi at tað hongur soleiðis saman, at dámar tær tað, sum tú ger, bilar ikki um tú verður órógvaður.

 

Elsa brúkar oftast sosialar miðlar at marknaðarføra seg við. Bæði við uppsløgum og lýsingum. Á tann hátt røkkur hon til nógv fólk, men týdningarmiklasta umtalan kemur frá nøgdum kundum, sum greiða øðrum frá Matbitanum.

 

- Tað týdningarmiklasta fyri meg er at vøran er góð. Eg haldi, at fólk eru glað fyri hetta, og tað riggar fyri tey flestu, men sjálvandi ikki fyri øll.

 

Kundaskarin hjá Matbitanum er fjølbroyttur, og telur bæði barnafamiljur, pør, yngri og eldri fólk.

 

Matur frá grundini

 

Í Danmark eru matkassar eisini vælumtóktir, har verður nógv kjakast um at fólk duga alsamt verri at gera mat, og at vit eta fleiri lidnar rættir.

 

- Tað sum kemur í matkassarnar eru ordiligir rættir, hetta eru ikki skundverðir. Ein matkassi er ein skilabetri møguleiki enn ein skundverði hjá teimum, sum ikki hava góða tíð at keypa og gera mat.

 

Uppskriftirnar eru oftast einfaldar at gera, og fleiri siga, at tey eru farin at gera mat saman sum familja,

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##