Petur Reinert, altjóða fótbóltsdómari, og Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómarar, hava í kvøld verið gestir í sendingini Hvonn Live á Rás2.
Teir tosaðu um uppgávurnar, sum teir hava havt í altjóða ítrótti.
- Tað er ikki tann stóri munurin á at døma her heima og burturi, tí ein hondbóltsdystur er í grundini tann sami at døma. Men tá ið tú fert av landinum, fert tú til eina ávísa uppgávu og hevur bert dystin at hugsa um - einki annað órógvar, sigur Eyðun Samuelsen.
Petur Reinert tekur undir við honum og vísur á, at í Føroyum skulu dómararnir halda eyga við nógvum smáum tingum.
- Í Føroyum skulu vit syrgja fyri, at liðini eru á vøllinum til t íðina, at klæðini eru í lagi og so víðari. Tá ið tú dømir altjóða dystir, hevur tú bert dystin at hugsa um, sigur Petur Reinert.
Bæði Petur Reinert og Eyðun Samuelsen siga seg trívast væl sum dómarar, hóast teir eisini uppliva atfinningar og gera onkur mistøk.
- Dómarar gera eisini mistøk, men tað ræður um at avmarka mistøkini, analysera avrikini og blíva betur allatíðina. Og tá ið mann hevur verið við í nógv ár, so er tað eisini lættari at rista møgulig mistøk av sær og koma víðari, sigur Petur Reinert.
- Tað er ikki pláss fyri teimum stóru feilunum í altjóða ítrótti. Vit royna allatíðina at meta um okkara avrik og menna okkum, sigur Eyðun Samuelsen.