Rætting til IN.FO

Í sambandi við ósemjuna í Sambandsflokkinum um abortmálið skrivaði IN.FO fríggjadagin, at hetta var ikki fyrstu ferð, at eg hevði hótt við at rýma úr Sambandsflokkinum. Yvirskriftin sigur: “Ikki fyrstu ferð Helgi hóttir við at rýma.”

Men í greinini, sum snýr seg um ósemjuna um “266b”, stendur einki um, at eg hótti við at rýma úr flokkinum. Har stendur at eg ivaðist í, um eg vildi stillaði upp á tí komandi løgtingsvalinum. – Tað er ikki tað sama sum at rýma úr flokkinum.

 

Lesið eisini: Ikki fyrstu ferð Helgi hóttir við at rýma

- Jú eg veit at tað kann vera spennandi at “stramma yvirskriftir,” men tað er ongantíð gott at stramma tær so nógv, at tær blíva beinleiðis ósannar.  

 

Helgi Abrahamsen