Læknafelag Føroya hevði aðalfund 8. november á Hotel Hafnia. Á skránni var val av formanni. Ragnar Djurhuus Hammer stillaði upp aftur og var afturvaldur sum formaður. Nevndin er óbroytt eftir aðalfundin.
Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, sum eru Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya. Í nevndini fyri Læknafelag Føroya sita tvey av forfólkunum frá hvørjari súlu, umframt formaðurin.
Nevndin í Læknafelag er mannað soleiðis:
- Ragnar Djurhuus Hammer, formaður
- Rói á Kósini, næstformaður (næstformaður í Kommunulæknafelag Føroya)
- Aksel K. Berg, kassameistari (formaður í Yngri Læknar Føroyar)
- Shahin Gaini, nevndarlimur (formaður í Serlæknafelag Føroya)
- Niclas H. Eysturoy, nevndarlimur (næstformaður í Serlæknafelag Føroya)
- Turið Holm Johannesen, nevndarlimur (forkvinna í Kommunulæknafelag Føroya)
- Eyðbjørg K. Gaard, nevndarlimur (næstforkvinna í Yngri Læknar Føroyar)












