"Rahmbo" verður høgra hond hjá Obama

Avgerðin hjá Barrack Obama at tilnevna Rahm Rmanuel umsitingarleiðara í Hvítu Húsunum fekk góða móttøku í Ísrael, men arabar halda lítið um tað valið

Ísraelska blaðið Maariv duldi ikki fyri, hvat blaðið helt um mannin, sum verður høgra hond hjá nýggja forsetanum.

-Rahm Emanuel er okkara maður í Hvítu Húsunum, skrivaði blaðið. Sum leiðari fyri umsitingini fær hann ikki beinleiðis uttanríkispolitiska ávirkan, men hansara góða samband við Ísrael hevur elvt til stúran millum palestinar, skrivar AP.

Rahm Emanuel, sum ber orð fyri at vera avgjørdur og hvassorðaður og hevur fingið eyknevnið "Rhambo", er sonur ein jødiskan lækna, sum var limur í jødiska undirgrundarfelagsskapinum Ingun í 1930- og 1940-árunum. Felagsskapurin bardist fyri einum sokallaðum Stór-Ísrael og skipaði fyri fleiri atsóknum at palestinskum og bretskum málum í Palestina.

Rahm Emanuel er bæði amerikanskur og ísraelskur ríkisborgari, og hann hevur ongantíð dult fyri, at hann kennir seg knýttan at Ísrael.

-Tað sigur seg sjálvt, at hann fer at royna at ávirka forsetan til at reka ein vinarligan politikk mótvegis Ísrael, sigur pápi Rahm Emanuel við Maariv.

Hinvegin skrivar tíðindatænastan Electronic Intifada, sum stuðlar palestinskum sjónarmiðum, at avgerðin hjá Obama at velja sær Rahm Emanuel til umsitingarleiðara man vera eitt vónbrot fyri tey, sum høvdu vónað, at tann komandi forsetin fór at víkja frá tí Ísrael-vinarliga politikkinum hjá Bush-stjórnini.

Kanska ein Kennedy

Í USA verður framvegis dúgliga gitt, hvør skal mynda stjórnina hjká Barrack Obama. Nøvn sum John Kerry, Al Gore og Colin Powell eru ofta at hoyra, og summi vilja eisini vera við, at Hillary Clinton kann enda sum heilsumálaráðharri.

Eitt kent eftirnavn, sum spøkir í fleiri fjølmiðlum, er Kennedy. Summir eygleiðarar halda, at Barrack Obama kann senda boð eftir Robert F. Kennedy Jr. og bjóða honum starvið sum umhvørvismálaráðharri.

Systkinabarn hansara Caroline Kennedy verður eisini umrødd í fjølmiðlunum, tí fleiri halda, at hon kanska verður amerikanskur ST-sendiharri.

+ mynd Rahm Emanuel

Myndatekstur: Tann 48 ára gamli Rahm Emanuel bleiv afturvaldur í Umboðsmannatingið týsdagin, men skal nú í Hvítu Húsini ístaðin fyri (Mynd: Polfoto)