Rakstraravlopið 6,4 miljónir betri enn mett

Nettoskuldin hjá Nes kommunu var hin 31. desember í 2020 47 prosent av einari skattaálíkning,

Størsti parturin av íløgunum í Nes kommunu, sum ikki vórðu brúktar í 2020, eru fluttar til 2021.

 

 

Á almennum fundi í Nes kommunu hin 31. mai varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2020 samtyktur. Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2020 vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2020 vóru minni, enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2020.

 

- Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2020 - eftir frádrátt av rentustuðli - var 65.5 miljónir krónur, sum er 3,1 miljón meira enn í 2019. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2020 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 60,9 miljónir krónur. Sostatt vórðu samlaðu inntøkurnar í 2020 4,6 miljónir hægri enn mett.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2020 vóru 50,1 miljónir, sum er 2,2 miljónir meira enn í 2019. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2020 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 51,9 miljónir. Sostatt gjørdust samlaðu útreiðslurnar í 2020 1,8 miljónir minni enn mett í fíggjarætlanini.

 

- Rakstaravlopið í 2020 var 15,4 miljónir, og í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einum avlopi á 9 miljónir. Rakstraravlopið varð sostatt 6,4 miljónir krónur betri enn mett.

 

Á heimasíðuni hjá kommununi verður víst á, at samlaðu nettoíløgurnar í 2020 vóru á 17,2 miljónir. Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 26,5 miljónir. Íløgurnar í 2020 vórðu sostatt 9,3 miljónir minni enn mett í fíggjarætlanini.

 

- Størsti parturin av íløgunum, sum ikki vórðu brúktar í 2020, eru fluttar til 2021.

 

Lagt verður aftrat, at sambært fíggjarætlanini fyri 2020 varð roknað við einum halli eftir íløgur á 17,4 miljónir, men staðfesta hallið gjørdist 1,8 miljónir - ella 15.6 miljónir krónur minni enn roknað varð við.

 

##med2##

 

- Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning var pr. 31.12.2020 58 miljónir krónur roknað við einum skattaprosenti á 23. Nettoskuldin hjá kommununi er sostatt 47 prosent av einari skattaálíkning, siga tey í Nes kommunu á síni heimasíðu.

 

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2020 kann síggjast um heimasíðuna hjá kommununi - www.nes.fo

 

 

 

Størsti parturin av íløgunum í Nes kommunu, sum ikki vórðu brúktar í 2020, eru fluttar til 2021.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.