Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 255 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í 2016 samanborið við 206 milliónir krónur sama ársfjórðing í 2015.
Tøkan av laksi í triðja ársfjórðingi var 10,7 túsund tons, og smoltútsetingin var 3,8 milliónir smolt. Havsbrún keypti 11,0 túsund tons av rávøru til framleiðslu av fiskamjøli og lýsi.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
– Bakkafrost hevði samanumtikið eitt nøktandi úrslit í triðja ársfjórðingi. Marknaðarprísurin á laksi er framvegis høgur, tó eitt vet lægri enn í undanfarna ársfjórðingi, og alivirksemið gav sera gott úrslit. Framleiðslan av liðugvørum hevur trupult við at geva positivt úrslit, tá ið spotprísurin á laksi er so høgur, men nakrir batar eru gjørdir í liðugvøruprísinum í hesum ársfjórðinginum. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri gav aftur eitt gott úrslit. Framtíðin er spennandi, nú aling í Suðuroy er vorðin partur av Bakkafrost samtakinum, og vónandi gevur hon okkum nýggjar menningarmøguleikar.
Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 294 milliónir krónur, og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri gav eitt rakstrarúrslit áðrenn avskrivingar á 62 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2016.
Framleiðslan av liðugvørum hevði eitt rakstrarhall á 47 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2016. Eftirsum sølu sáttmálarnir á lidnar vørur ganga yvir langa tíð, hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka saman higartil í 2016. 280 fólk starvast í hesum parti av framleiðsluni, og útlitini fyri framhaldandi hækkandi søluprísir á liðugvørum eru góð.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 504 milliónir krónur tann 30. september 2016, og samtakið hevði ótroyttar kredittir á umleið 767 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 63% tann 30. september 2016.