Rakstur av bestu feløgum í Løkshøll

– Hvussu stýra tey bestu feløgini? Tað er heitið á Farexpo Ráðstevnuni 2014, sum verður hildin 24. oktober frá klokkan 13 til 16:45 í Løkshøll í Runavík.

– Hvussu stýra tey bestu feløgini? Tað er heitið á Farexpo Ráðstevnuni 2014, sum verður hildin 24. oktober frá klokkan 13 til 16:45 í Løkshøll í Runavík.

 

Fýra ymiskir fyrirelstrar fara at lýsa høvuðsevnið á hvør sín hátt og út frá ymiskum sjónarhornum í hesum partinum av vinnustevnuni, sum er opin fyri almenninginum.

 

Tveir fyrilestrarhaldarar verða frá føryskum fyritøkum su í stóran mun liva av útflutningi, og sum klára seg væl og hava gjørt tað í fleiri ár. Hesir eru: Regin Jacobsen frá P/F Bakkafrost og Hjalmar Petersen frá P/F Vónini.

 

Umframt føroysku fyrilestrarhaldararnar koma tveir persónar uttanlands at lýsa evnið. Talan er um Caroline Søeborg Ahlefeldt úr Danmark, sum er sera væl dámd sum fyrilestrarhaldari. Í  fyrilestrum sínum samanbindur hon rámandi frásagnir, eldhuga og skemt. Tað kann nevnast, at hon umframt at verða fyrilestrarhaldari eisini er Bachelor, MBA, íverksetari, fyrrverandi stýrislimur í eitt nú COOP og Lego – og so er hon grevafrúa á Egeskov Slot.

 

Efwa Hagstrøm er úr Noreg. Við skjótleika, stórum áhuga og góðum samskifti í sínum fyrilestrum fáa luttakararnir íblástur til at taka nýggjar mannagongdir og arbeiðshætti í brúk. Hon hevur eina tvørfakliga útbúgving innan bygnaðamenning og High performance leadership. Hon vegleiðir í leiðslu og HR menning á virkjum sum Elopak, Jotum, Hydro og Broadnet. Hon lesur eisini Global Human Resoure Management á Universety of Liverpool.