Gekkurin tykist bara vaksa. Heldur ikki í kvøld eydnaðist at vinna stóra pottin, men tað var um reppið.
Harald Hammer Haraldsen, sum var vinnarin við fullari plátu hesaferð, valdi at koyra pengarnar í bláa pottin, men tað eydnaðist honum ikki at raak. Ta einu ferðina steðgaði hjólið á gulum leypi, og í triðu og seinastu royndini steðgaði hjólið á puntinum beint framman fyri bláa Gekkin.
Hvussu er og ikki, so er úrslitið, at Gekkurin enn einaferð øktist, soleiðis at hann næstu ferð er hálvaaðru millión krónur.