Rakul Arnfríð Dam leiðari í skógrøktini

Rakul Arnfríð Dam er nú nýggjur leiðari á skógrøkt landsins.

Tað boðar Umhvørvisstovan frá í dag, og Rakul Arnfríð Dam tekur við eftir Michael K. Jacobæus, sum fór úr starvinum í ár.

– Rakul Arnfríð Dam er á vælkendum gøtum, tá hon fer til verka í nýggja starvi sínum, tí her hevur hon havt sítt yrki síðani 1994, tá hon fór í læru sum gartnari innan plantualing á Skógrøkt, sigur umhvørvisstovan um nýggja leiðaran.

Afturat gartnaraútbúgvingini hevur Rakul Arnfríð Dam eisini lisið stakar lærugreinar innan lívfrøði.

Rakul Arnfríð Dam er 45 ára gomul og hevur síðani 2006 verið røktarleiðari á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, sum er miðstøðin hjá Skógrøkt. Støðin alir trø og plantur, sum kunnu vaksa í føroyska lendinum og veðurlagnum, og savnar vitan um føroyskan viðavøkstur yvirhøvur. Ábyrgdarøkið umfatar eisini skógfriðað øki og viðarlundir kring landið.

Skógrøkt varð til sum stovnur í 1987, og hevur síðani 2007 verið ein deild á Umhvørvisstovuni. Undanfarnir deildarleiðarar á Skógrøkt eru Tróndur Leivsson, sum røkti starvið frá 1987 til 2015, og Michael Jacobæus, sum leiddi deildina frá 2016 til 2020.