Rambler Classic frá 1961

Myndin er av Esmari Jensen úr Kvívík við einum Rambler Classic árgang 1961.

Myndin er av Esmari Jensen úr Kvívík við einum Rambler Classic árgang 1961.

 

Hesin er ein stationcar til 7 ferðandi, ið varð nýttur sum hýruvognur og rutubilur. Aftasta setrið vendi aftureftir og ferðafólkini fóru inn gjøgnum baklúkuna. Hondtakið til at lata upp við sæst høgrumegin.

 

Esmar koyrdi rutukoyring millum bygdirnar norðanfyri, áðrenn Oyggjarvegurin var bundin saman í 1966, og koyrast kundi heilt til Havnar.

 

Fyrstu Rambler komu til Føroyar í 1960 og vórðu teir mest nýttir sum hýruvognar og til rutukoyring millum bygdir. Rambler vórðu framleiddir av American Motors Corporation í USA. Í Føroyum var tað Berg Motors, sum seldi Rambler.

 

Myndaeigari: Inga Simonsen