Spanski klassikarin, El Clasico, hevur í dag verið á skránni. Tá talan er um El Clasico uppgerðina, er tað sjálvsagt millum tey bæði størstu feløgini í Spania, Real Madrid og Barcelona.
Til dystin í dag hevði FC Barcelona heimavøll. Eitt sindur merkisvert í ár, er, at Real Madrid higartil hevur eitt hampuliga stórt lop niður til FC Barcelona á stigatalvuni. Seinastu nógvu árini hevur tað tó verið umvent, har FC Barcelona í flestu førunum er farið avstað við spanska meistaraheitinum.
Tað var tí ótrúliga umráðandi hjá FC Barcelona at vinna dystin móti Real Madrid í dag, soleiðis at munurin millum liðini minkaði á stigatalvuni.
Tíðliga í seinna hálvleiki tóktist tað eisini at eydnast. Tá stútaði Luis Suarez frísparksinnlegg í málið til 1-0 til Barcelona.
Sum heild hevði FC Barcelona eisini gott tamarhald á tí í seinna hálvleiki, og sum hálvleikurin leið, kundi ein bara undra seg yvir, hvussu Neymar og Messi brendu risa møguleikar, sum teir komu fram til.
Men í yvirtíðini, fekk Real Madrid bjarga sær eitt stig. Eins og málið hjá Barcelona, var talan um frísparksinnlegg. Bólturin lá væl, og lá beint í pannuni hjá verjuleikaranum, Sergio Ramos, sum fekk skalla útjavnandi málið í kassan til endaliga úrslitið 1-1.
Real Madrid er sostatt framvegis seks stig á odda í La Liga.
Barcelona – Real Madrid 1-1 (0-0)
1-0 Luis Suarez, 53.
1-1 Sergio Ramos, 90.