Herfølge skal í royndini at røkka bólkaspælinum í Europa Cup spæla móti vinnaranum av uppgerðini millum Glasgow Rangers og litaviska Zalgiris Kaunas. Fyrri dysturin teirra millum var í Glasgow mikukvøldið. Rangers vann 4?1, men avrikið var á ongan hátt sannførandi. Teir komu á odda í 1. hálvleiki, men litavarnir javnaðu.
Tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, tá tveir av spælarunum á útiliðnum vóru riknir av vølli, at tað eydnaðist Glasgow Rangers at skora tvey mál og harvið tryggja sær eina so mikið stóra leiðslu, at tað er torført at ímynda sær annað, enn at tað verða teir, sum skulu spæla móti Herfølge.
Seinni dysturin millum Glasgow Rangers og Zalgiris Kaunas verður í Litava komandi mikukvøld.
Spæla í Herfølge
Fyrri dysturin millum samantalda vinnaran í 2. innleiðandi umfarinum og Herfølge verður mikudagin 9. august. Tá hevur Herfølge heimavøll. Tað hevur ljóðað, at teir ætlaðu at flyta dystin til Brøndby stadion í Parkina. Hetta segðist vera ætlanin, tí har hevði verið pláss fyri nógv fleiri áskoðarum. Men í vikuni kunngjørdi leiðslan í Herfølge, at teir ætla at spæla fyrsta heimadystin í Europa Cup í Herfølge. Tað hevur við sær, at áskoðaratalið neyvan kann fara nógv upp um fimm túsund.
Tað er stórur gravgangur eftir atgongukerkjum. Í felagnum ivast teir ikki í, at tað hevði borið til at selt fimtan túsund atgongumerkir. At teir kortini hava valt at spæla í Herfølge kemstpartvís av, at útreiðslurnar vera nógv lægri, og partvís kemst tað av, at teir halda fyritreytirnar fyri betri avriki á vøllinum vera betri.
Um Herfølge megnar at spæla seg í bólkaspælið í Europa Cup, so verður ta ivaleyst neyðugt at spæla heimadystirnar í Brøndby ella í Parkini., øll eru hjartaliga vælkomin.
Føroyska arbeiðið
Í Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Før. gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.
(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.
Kristnastova
Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.
Malta, Hirtshals
Sunnudag:
Kl. 11: Breyðbróting.
Kl. 18: Evangeliskur fundur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.
Samkoman Malta í Hirtshals
Føroyingafelagið
í Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg, tlf. 75132747
Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.
Føroyskt
barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.
Føroyingarfelagið
í Aalborg
Lille Kongens Gade 10 B.
Tel. 98136330
Húsið er opið soleiðis:
Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00
Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00
Føroyahúsið
í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17 A
1620 København V
Tlf. 33 23 15 87
Fax 33 23 15 18
Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.
Heimasíða:
www.faroehouse.dk
E-mail:
Upplatingartíðir:
mánadag?fríggjadag:
kl. 16.00?19.00.
28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.
28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.
Føroyingafelagið
í Århus
Vestergade 48 D
8000 Århus C
Telefon og fax: 86180604
Teldupostur:
Heimasíðan:
Áarstova er opin soleiðis:
Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18
Føroysku bløðini liggja frammi.
Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03
Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.
Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:
MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.
Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).
Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).
Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.
Ítróttartiltøk:
Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.
Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.
Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.
Føroyingafelagið
Vesturskin,
Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.
Føroyingar
í Noregi
E-mail:
Heimasíða:
Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.
Føroyingafelagið
í Reykjavík
Ølduslóð 27
220 Hafnafjørður, Ísland
Tlf. 565 4883
E-mail: [email protected]