Hví valdi tit júst hetta starvið?
Tí at vit hugsaðu at tað kundi verða áhugavert.
Hvat dámar tykkum at vera her?
Okkum dámar væl at vera her, tí at her hendir nógv spennandi.
Hvat hava tit gjørt higartil?
Vit hava gjørt innsløg til blaðið við bæði aðrar praktikantar og onnur fólk. Eisini hava vit lært hvussu alt fer fram á Sosialinum, sum t.d, hvussu man ger myndir klárar við photoshop, til at koma við í blaðið, og hvussu man sjálvur ger eitt innslag og mangt annað.
Kundu tit hugsað tykkum at arbeitt við hesum í framtíðini?
Ja, tað kundi altíð hent.
Gleða tit tykkum at fara aftur í skúla?
Nei, tað gleða vit okkum ikki til.
Hvussu er at verða í Havn?
Tað halda vit er í fínasta slag!