Hóast Magnus Heinason er bygdur í Noreg í 1978 sum saltfiskatrolari, so er hann ikki nakað vanligt fiskifar. Og tað hevur hann ikki verið í 20 ár. Í 1982 gjørdist Magnus Heinason havrannsóknarskip og sostatt eru nú 20 ár síðani, at Fiskirannsóknarstovan fór undir kanningar kring Føroyar.
Runda árstalið er ein orsøk til, at skipið nú er á kunningarferð kring oyggjarnar, tí nógv vitan um havið kring okkum er savnað hesi 20 árini, og tað vilja tey umborð á havrannsóknarskipinum sleppa at siga skúlanæmingum og almenninginum eitt sindur um.
Siglt verður kring oyggjarnar og næmingar úr framhaldsdeildunum í fólkaskúlanum eru bodnir umborð og á kvøldið er vanliga fyrilestur, har øll áhugað eru vælkomin.
Mikumorgunin vitjaði Magnus Heinason á Vági og framhaldsdeildarnæmingar vitjaðu umborð allan fyrrapartin. Greitt var frá um tað, ið fyriferst umborð, eins og útgerð av ymsum slag var at síggja. Ferðin umborð var skipað í eini 8 ymisk økir, har fólk greiddi frá, júst hvat gekk fyri seg á tí staðnum umborð ella hvørjar kanningar fóru fram har. Mong tól og fiskasløg vóru at síggja. M.a. eitt mofell av einum troli, so tað sást, hvusu eitt slíkt virkar.
Seinnapartin fór Magnus Heinason á Tvøroyri, har framhaldsdeildarnæmingar vitjaðu umborð og seinni á kvøldi stóð fyrilestur á skránni, áðrenn skipið setti kós norðeftir.