Rannvá svarar: Soleiðis haldi eg jólini 2020

Rannvá Fossaberg, journalistur greiðir frá

Hvussu heldur tú jól í ár?

Jólini verða hildin í Havn saman við mínum nærmastu.


Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini?

Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini? Siðvenjurnar eru fleiri og gera, at eg veruliga merki, at nú eru jól. Her kann eg nevna løtuna, tá jólatræið verður tendrað á Vaglinum, jólaborðhald við starvsfeløgum, tá vit heingja jólapyntið upp heima við hús, tá træið heima verður pyntað. Og so er tað sjálvandi ein fastur partur av desembermánaði at hoyra góðan jólatónleik.

Hvat er minni umráðandi?

Haldi á ongan hátt, at tað er altavgerandi fyri jólahýrin, at familjur skulu drøna runt allan desember fyri at klippa jólapynt í eitt nú barnagarði ella saman við fimleikaliði, fara  óteljandi jólaveitslur, ella at mann partú skal baka minst fimm sløg av jólabakstri. Tað er at gera tað, tú tímir og hevur orku til.


Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár?

Hevur korona ávirkað, hvussu tú/tit halda jól í ár? Hesaferð er allur desember upp á ymsar mátar merktur av farsóttini, eitt nú tí jólahald og jólaveitslur av ymsum slagi eru avlýst. Jólaaftan og jóladagarnir verða fyri mítt viðkomandi rættiliga líkir undanfarnu árum. Vit fara at njóta dagarnar saman við okkara allar nærmastu, ganga túrar og eta góðan mat.