KÍ kvinnurnar fóru í kvøld úr Gundadali við 2-0 sigri. Mótstøðuliðið var HB, sum átti heimavøll á Tórsvølli.
KÍ veteranurin Rannvá B. Andreasen skoraði bæði málini.
Í fyrra førinium var tað eftir, at Evy á Lakjuni hevði spælt hana leysa, og í seinna førinum var tað við skoti úr stórari fjarstøðu í høgru, at bólturin varð sendur dygst undir tvørtræið aftanfyri HB málverjan Simonu Heinesen.
Fyrra málið varð skorað lítla løtu undan steðginum og tað seinna, tá ið tað restaðu sjey minuttir.
KÍ sigurin ber við sær, at HB dragnaði í kappingini, sum snýr seg um at bjóða steypavinnarunum tvey tey seinastu árini og meistarunum í EBS/Skála av í FM stríðnum.
KÍ hevur 34 stig, og HB hevur 31 stig.
EBS/Skála hevði í kvøld undir Mýruhjalla á Skála vitjan av B68. Heimaliðið vann 4-1 og er topplið og FM favorittur við 36 stigum.
Eftir fyrra hálvleik var støðan 3-0. Málskjúttar vóru Rakul Magnussen, Ansy Sevdal Jacobsen og Birna Johannesen. Eftir steðgin økti Margunn Lindholm um munin til 4-0, áðrenn B68 pyntaði um. Málskjútti var Laila Pætursdóttir.
Á ovara vølli í Gundadali vann ÍF/Víkingur 1-0 ímóti B36. Einasti málskjútti var Hanna Isaksen Højgaard, sum skoraði sigursmálið, tá ið eitt stórt korter var farið.
EBS/Skála er topplið við 36 stigum, KÍ hevur 34 stig, HB hevur 31 stig, ÍF/Víkingur hevur 18 stig, B36 hevur 2 stig, og B68 hevur 2 stig.
Fimtanda umfar verður leygardagin 8. september: KÍ – ÍF/Víkingur, EBS/Skála – B36 og HB – B68.