Rannvá fegnast um søguligt stig

(Ljóðbrot) Samlaði topppskjúttin í føroyskum kvinnufótbólti er glað fyri javnleikin í kvøld

Rannvá B. Andreasen spældi allan dystin á tamb, tá føroyska kvinnulandsliðið í kvøld vann sær fyrsta stigið nakrantíð í eini HM undankapping. Hon fegnast um javnleikin, hóast hon eisini heldur, at tað var ein møguleiki at vinna dystin.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Rannvá B. Andreasen

 

Rannvá var millum sjónligastu spælararnar á føroyska liðnum. Royndirnar hjá henni kom liðnum til góðar móti endanum, tá føroyska liðið ikki rættiliga visti um tað skuldi leypa á ella verja, eftir at Eyðvør Klakstein hevði javnað fyri Føroyar.

 

Les eisini: Eyðvør gjørdi bart

 

Kvinnulandsliðsfótbólturin hevur ikki altíð havt tað so gott í Føroyum, men tá kvinnulandsliðið megnaði at vinna seg víðari til HM undankappingina kom lív. Føroyska landsliðið spælir nú eins og menninir á altjóða stigi – eisini á heimavølli.