Listakvinnan fer at siga nøkur orð, og harafturat fara Kári Sverrison og Óli á Grindafløtti at framføra.
Verkini verða sýnd fram í Glyvra kirkju nú, mentanarvikan er í Runavíkar kommunu. Til hetta høvi hevur kirkjan opið allar dagar frá 16:00-18:00. Tó leygardagin frá kl. 12:00. Talan er um eina søluframsýning
Um: Rannvá Holm Mortensen (1950) er málari og grafikari. Hon er sjálvlærd, tó við útbúgving í Fine Arts frá Metáfora International Workshop í Barcelona, Spania.
List hennara fevnir um málningar, grafisk prent, installasjónir, tekstir og standmyndir.
Seinni árini hevur hon eisini arbeitt við tekstili, skrivað, myndprýtt bøkur og m.a. listprýtt Hotel Tórshavn.
Myndevnið hevur ofta skap av organiskum formum og mannakroppum í gróðrartungum, grønum undirsjóvarheimum, og stóru kollasjurnar hava aloftast ein sosialpolitiskan dám.
Í 2018 kom hennara fyrsta yrkingasavn Sólsmakkur út, og vann henni MA Jakobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir sama árið.
Rannvá sýnir regluliga fram í Føroyum og uttanlands