Eins og altíð er Rás2 eisini farið á Summarfestival. Rásin sendir til klokkan 23.00 í kvøld og í annaðkvøld.
Seinastu mongu árini hevur Rás2 sent nógvar tímar frá teimum ymsu festivalunum, og soleiðis er eisini í ár. Rás2 er farið til Klaksvíkar, og hevur sent nakrar tímar í dag og í gjár.
Í kvøld byrjar festivalradio aftur klokkan 19.00 og hildið verður fram til klokkan 23.00 í kvøld. Í morgin sendir Rás2 festivalradio frá 9.00 - 23.00, og leygardagin frá 14.00 - 19.00.
Til ber at hoyra samrøður við tónleikarar, fyrireikarar og festivalgestir, og í kvøld verður eitt atgongumerki til SF 2013 burturlutað til ein hepnan lurtara. Fyri at vera við í dráttinum skalt tú senda smsboð til 559999, og greiða frá tíni bestu uppliving á Summarfestivalinum. Vinnarin verður funnin í kvøld klokkan 21.00.