Rás2 og Lindin hoyrast ikki norðanfyri

Brek er á antennuni á Klakki

Eitt brek á antennuni á Klakki elvir til, at Rás2 og Lindin hoyrast ikki í Klaksvík, og partvís í Leirvík.

 

Petur Jacobsen, stjóri í R2Net, sum umsitur sendinetið, sigur, at sum veðrið er nú, er vónleyst at sleppa upp á Klakk at rættað brekið.

 

Men hann sigur, at ein glotti verður heilt tíðliga í morgin árini, mikumorgunin, og tá verður farið til fjals.

 

Hóast ikki ber til at hoyra rás2 í radio í Klaksvík og partvís í Leirvík, ber til at lurta á netinum við at TRÝSTA HER og so at trýsta á pílin ovaliga á síðuni, har tað stendur, Lurta eftir Rás2 her.