Í kvøld, hóskvøldið sigur Rás2 frá báðum teimum fyrru hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið. Hilmar Jan Hansen sigur frá NSÍ-HB, sum byrjar klokkan 18.30, og Tróndur Arge sigur frá Víkingur-B36, sum byrjar klokkan 19.
Sendingin byrjar klokkan 18, har Heri Simonsen fer at gera nøkur upptaktsprát við umboð fyri feløgini, ið eru partur av hálvfinalunum.