Rás2 sigur frá KÍ-NSÍ og HB-Víkingur

KÍ-NSÍ og HB-Víkingur byrja klokkan 15. Dystirnir ÍF-AB og B68-TB byrja klokkan 16

Rás2 sigur frá tveimum dystum í effodeildini í dag.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum millum KÍ og NSÍ norðuri í Klaksvík, og Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum millum HB og Víking í Gundadali í Havn. Hesir báðir dystirnir byrja klokkan 15.

 

Dystirnir ÍF-AB og B68-TB byrja klokkan 16, og fylgt verður við gongdini í teimum báðum dystunum.

 

Sendingin byrjar klokkan 14. Klokkan 14 byrjar finalan í IHF/EHF Trophy millum U19 landsliðini hjá Georgia og Føroyum yviri í Georgia, og fylgt verður við gongdini í tí dystinum eisini.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður, myndir o.a. tilfar kemur út á in.fo seinni í dag.