Rás2 sigur frá NSÍ-HB í dag

Í annaðkvøld sigur Rás2 frá dystinum millum AB og KÍ á Argjum

Eisini hetta vikuskiftið spennir Rás2 seg út við tí heimliga fótbóltinum.

 

Í dag klokkan 17.15 sigur Tróndur Arge frá effodeildsdystinum millum NSÍ og HB. Í annaðkvøld klokkan 18 sigur Tróndur frá dystinum millum AB og KÍ úti á Argjum. Dysturin á Argjum byrjar klokkan 18 í annaðkvøld.

 

Vit práta eisini við umboð fyri hini liðini, sum spæla í dag.

 

Besta sms´ið, sum verður sent til 559999 vinnur eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland, sunnudagin 7. september.