Raskir HB dreingir møguleika at koma víðari

Fótbóltur: Dystarfrásøgn frá HB-Vaasa

SVANGASKARÐ: Tað letur til, at í hvussu so er eina ferð á hvørjum sumri skal tað vera hugaligt at vera til Europa Cup fótbólt á Svangaskarði.

Hesa ferð vóru tað so sera røsku HB spælararnir, sum hildu høvdið kalt og rukku einum úrsliti, sum við eitt lítið sindur av hepni fer at bera við sær, at teir ólavsøkudag kunnu spæla seg úr fyrra og í seinna innleiðandi umfarið í UEFA kappingini, har teir vinna 360 túsund krónur afturat, umframt at teir fáa stóra ítróttarliga avbjóðing, sum tað verður funnið fram til í lutakasti fríggjadagin 31. juli.


Fyrsta løtan

var avgerandi

2-0 er eitt frágera gott úrslit, men tað hevði verið við síðuna av at sagt annað, enn at marginalirnir vóru við HB í fleiri førum í 1. hálvleiki, tá gestirnir høvdu góðar møguleikar. Men tvørrandi altjóða royndir og ein framúr væl spælandi Kaj Leo Johannesen millum stólparnar, vóru orsøkirnar til, at Vaasa úrtøkan var so lítil, sum hon kundi vera.

HB var trongt fyrstu løtuna, tá teir partvís gloymdu ráðini frá venjaranum um at varðveita bóltin og spæla hann ímillum sín ístaðin fyri at sparka skjótt og langt.

Tað gav mótstøðumonnunum yvirtakið, og vongspælarin í høgru, Juha Karvinen, ið er 31 ára gamal og áður hevur roynt seg á landsliðnum, hevði fýra næskar royndir, meðan Hans á Lag, ið hevði til uppgávu at ansa honum, royndi at finna stevið. Millum annað drønaði hann úr 16 metrum upp undir samankomingina, meðan Kaj Leo og allir hinir hugdu at, og størsta møguleikan hevði hann beinanvegin, tá uppspæl úr vinstru og bóltur tvørtur um gjørdu, at hann var púra leysur, tá eftiransarin gleið.

Fyri HB og framtíðar lagnuna hjá teimum í kappingini var tað alt avgerandi, at Kaj Leo í hesum førinum var avgjørdur, kom út úr málinum og gjørdi seg so breiðan, at finnin sendi í krovið á honum, og aftaná bjargaði málverjin bæði tá sami spælari úr stuttari fjarstøðu fluktaði og stútaði ímóti málinum.

At finnar ikki megnaðu at gera nýtslu úr stóru møguleikunum hevði við sær, at teirra sjálvsálit minkaði. Í staðin fyri at royna við uppspæli í síðunum, duttu teir í grøvina at oysa høgt móti miðverjuni hjá HB, og tað var matur fyri framúr góða Hans Fróða Hansen.

Sjálvsálitið hjá Kaj Leo Johannesen, og veruleikin at tað stóð ein maður á strikuni hjá HB og stýrdi, sum tað ikki bar til hjá mótstøðumonnunum at fáa bóltin framvið, hevði við sær, at HB menninir tordu at bjóða seg fram, og so vóru tað knappliga teir, ið høvdu spæl og møguleikar, og seinnapartin av fyrra umfarinum høvdu mótstøðumenninir einki at siga.


Viljin ber langt

At tað skuldi bera til at koma til møguleikar vóru fyrstu ábendingarnar um, tá tíggju minuttir vóru farnir og samanspæl millum Súna Fríða Johannesen og Jens Erik Rasmussen í vinstru endaði við innleggi, ið var ov høgt til Andrew av Fløtum, sum sjálvur ikki var nóg kaldur at lobba, tá hann løtu seinni kom einamallur móti málverjanum, og lítla løtu seinni fekk Súni Fríð Johannesen ? eftir uppspæl í høgru ? fínan møguleika úr 16 metrum, men í staðin fyri at royna við kalda vinstra beininum, valdi hann at temja framvið mótstøðumanninum, og tá Johannesen maðurin gleið, var møguleikin burtur.


Góð mál og

vánalig verja

Á hálva tímanum og tá tað restaðu restaðu seytjan minuttir fekk HB innspræningarnar, sum vóru gull verdar. Serliga seinna málið var kærkomið. Útjavningin hevði hingið í luftini góða løtu, tí havnarmenninr, ið ikki hava spælt týdningarmiklan dyst í fýra vikur, vóru pøstir.

Uppspælið til fyrra málið var gott í høgru, har Allan Mørkøre og Jóhannes Joensen oftast stóðu fyri tí framrættaða. Hallur Danielsen sendi undir málinum til Andrew av Fløtum, sum ikki fekk rættuligt tak á, verjan drálaði, og so var Súni Fríði Johannesen fyrstur á og skoraði flatt.

Sami spælari skoraði seinna málið, og aftur ta ferðina var finska verjan ikki ósek. Súni Fríði fekk bóltin á miðstrikuni eitt sindur í høgru, hann bíðaði til Allan Mørkøre hevði yvirlappað í borðinum og skundaði sær, eftir at hava slept til landsliðsmannin, inn ímóti brotsteiginum. Sendingin hjá Allani var perfekt, og tá miðverjin Jyrki Huhtamäki og málverjin, svenski Björn Stringheim, sum teir hava keypt í Malmö FF, har hann var triðji málverji, litu á hvønn annan, kom Súni Fríði ímillum. Málverjin var fyrstur á og sendi í ryggin á HB álopsmanninum, sum síðani bara skuldi trilla í tóma málið.

2-0 til HB og ein øgiligur rómur á teimum 430 áskoðarunum í dýrdarveðrinum. Ófatuligt at ikki fleiri HB viðhaldsfólk tóku skilagóða venjaran fyri fult, tá hann í blaðnum í fyrradagin segði, at hann metti, at teir høvdu ein møguleika!


Lítið hugflog

Eftir steðgin royndi Vaasa at seta ferðina upp og javna 1-0 leiðsluna. Teir tóku ein av miðverjunum, Marko Suoste út, og settu ein miðvallara, Kimmo Tarkkio, inn, og í eitt korter hevði HB ilt við at skipa verjupartin, tí teir vóru í minniluta á miðvøllinum. Finnararnir royndu at spæla upp í vinstra borði, aftanfyri Jóhannes Joensen, og harvið eydnaðist teimum onkuntíð at fáa Hans Fróða Hansen úr miðverjuni og út í síðuna, men upplagdir møguleikar spurdust so at siga ikki burturúr. Kaj Leo fantombjargaði einum stútara úr stuttari fjarstøðu, men miðframherjin, Juuso Kangaskorpi var rangstaddur, tá hann stútaði.

HB venjarin valdi at brúka allar møguleikarnar at skifta út, og tað var væl skiljandi, tí sjálvt um tað viðhvørt hekk væl saman, ikki minst tá Allan Mørkøre broderaði við longum dragingum og nevyum og longum síðuskiftum, so var tað týðuligt at orkan gekk undan hjá fleiri.

Finski venjarin skifti út við tí fyri eyga at seta HB verjuna undir størri trýst, m.a. kom ógvuliga høgi og prúði Tomas Nygård inn í álopið, men hóast hann var hægri enn Hans Fróði Hansen, so gjørdist hann ongantíð vandamikil í luftspælinum.


Lyklaspælararnir

Eftir ein sovornan sigur er tað ivaleyst ikki rætt at taka nakrar HB spælarar framum aðrar. Men tað skerst ikki burtur, at Kaj Leo Johannesen spældi so væl og hevði so stóran týdning, sum hann neyvan hevur havt áður.

Hans Fróði Hansen í miðverjuni staðfesti, at í løtuni er hann nógv tann besti í landinum á hesum plássinum, og Allan Mørkøre var frágera góður í álopspartinum, og hann vann nógvar ein móti einum støður, og so skulu vit ikki gloyma altíð drúgva Rúna Nolsøe á miðvøllinum.

Men fyrst og fremst var talan um eitt liðavrik, sum tænir føroyskum liðfótbólti til miklan sóma.

Alt tað besta í Vaasa ólavsøkudag!