Raskur hjálparmaður hjá IRF

Hvønn mikumorgunin er hann tíðliga á fótum at taka ruskposar, og onkuntíð er hann for seinur í skúla av tí sama

Hvønn mikumorgun er Petur Hammer úr Saltangará sera tíðliga á fótum - tað veri seg frídagur ella ikki - tí tá verða húsarhaldsposarnir tiknir, og tá hjálpir hann innsavnarunum hjá IRF.

– Petur gongur í 7. flokki í Frískúlanum í Skálafirði, og aftaná skúlatíð er hann í Frítíðartoyminum við Løkin. Størstu áhugamálini hjá honum eru IRF, skiljing, innsavningarbilar og alt har ímillum, siga tey í IRF.

Mikumorgnar kann tað henda seg, at Petur kemur eitt sindur seinni í skúla, tí tá hjálpir hann IRF at at taka húsarhaldsposarnar í Saltangará.

Petur gongur høgt uppí, at ruskið er væl skilt, at gera arbeiðið hjá innsavnarunum so høgligt sum gjørligt og at einki spískt verður latið beinleiðis í posarnar til vanda fyri innsavnarnar.

– Seinastu árini hevur Petur trúfast hjálpt innsavnarunum hvønn mikumorgun. Tá letur hann seg í IRF-blusu og helsi, sum hann hevur fingið frá monnunum, og fer at draga posar oman til vegin. Sama um tað er skúladagur ella frídagur, so er hann tíðliga á fótum og fer ágrýtin og hugagóður til verka, siga tey í IRF.

Verður hann spurdur, hví hann hjálpir innsavnarunum, er svarið einfalt og ósjálvsøkið: Tí tað gongur nógv skjótari, tá ið eg hjálpi teimum. 

 Tað eru nógv, sum ikki hugsa so nógv um, hvagar alt tað endar, vit hvønn dag koyra vekk. 

Hetta er ikki galdandi fyri Petur, tí hann gevur sær fær um alt hetta. Hann gongur høgt uppí at skilja burturkasti - tað veri seg heima við hús, úti hjá øðrum og á kommunala endurnýtsluplássinum.

– Er nakar í iva um skiljing, er bara at spyrja Petur, hvussu farast skal fram. Hetta dugir hann alt uttanat. Hann er javnan inni á heimasíðuni hjá IRF og lesur um skiljing, broytingar í innsavningini og onnur tíðindir frá felagnum.   

Tað eru ikki nógv, sum vita, at bilarnir hjá IRF hava blómunøvn, men Petur veit um Rósu, Ryska og Baldursbrá, og hann kennir menninar, sum koyra bilarnar. Tí kann av sonnum sigast, at Petur er størsti fjepparin hjá IRF.

Innsavnarunum dáma væl, at Petur kemur at hjálpa. Hann er ein fastur partur av rutunum á eystara armi av Skálafjørðinum og er við til at seta dám á gerandisdagin hjá monnunum.

Spyrt tú Petur, ætlar hann sær sjálvur at arbeiða hjá IRF, tá hann verður stórur, sigur IRF.