Rasmus Glyvradal 65 ár

Í dag, 30 apríl, fyllir Rasmus Glyvradal á Glyvrum 65 ár. Rasmus er føddur og uppvaksin á Glyvrum, sonur Martinu, f. Joensen, og Christian Jacobsen á Glyvrum. Sum ungur var hann til skips, til hann fór á landbúnaðarskúla í Voss í Norra árini 1958 og 1959. Pápin doyði tá Rasmus var 4 ára gamal, og mamman sat eftir við festinum, sum var ein fýra marka garður. Rasmus yvirtók garðin og hevur rikið hann síðan tá. Samstundis sum Rasmus hevur rikið garðin, hevur hann verið onkrar túrar til skips og arbeitt við egnari gravimaskinu fyri Landsverkfrøðingin í sambandi við arbeiðið upp á Norðskálatunnilin og tunnilsgerðir í Kallsoynni. Rasmus er giftur við Onnu Sufíu, f. Samuelsen, úr Haldórsvík og eiga tey 6 børn, tríggjar døtur og tríggjar synir. Føðingardagin er Rasmus at hitta í heiminum frá kl. 9-12. Restina av degnum er hann burturstaddur.