Rasmus heldur fram í bláum

Hondbóltur: Neistin boðar í kvøld frá, at sáttmáli er undirskrivaður við danska lyklaspælaran um at halda fram í felagnum í eitt ár aftrat

Neistin skrivar soleiðis í kvøld:

 

Ein týdningaarmikil partur av putlispælinum hjá

 

Neistamonnum er komin upp á pláss. Rasmus Søby hevur

 

longt sáttmálan við Neistan enn eitt ár.

 

Rasmus hevur verið ein sera týðandi partur av bæði verju

 

og álopspartinum hjá neistamonnum tey seinastu árini.

 

Hann er verjugeneralurin, hevur nógv asist, skorar nógv mál og

 

góður í avgerandi løtum.

 

Umframt at spæla við Neistamonnum, skal Rasmus verða

 

ungdómsvenjari í felagnum. Rasmus og unnustan Stina Madsen,

 

sum eisini er ein týdningarmikil persónur í felagnum, trívast sera

 

væl í Føroyum og hava tey lært seg føroyskt. Tey, bæði skilja

 

og lesa føroyskt.

 

Neistin er sera fegin um, at Rasmus tekur eitt ár afturat, sum

 

tryggjar felagnum ein góðan og neyðugan kontinuitet.