Rasmus og Hanus hava útnorðurkonsert

23. mars ? norðurlandadagin ? verður útnorðurkonsert í Norðurlandahúsinum við tveimum av mætastu sangarum í útnorði, grønlendska Rasmus Lyberth og føroyska Hanus G. Johansen Kendi grønlendski sangarin, sangskrivarin og sjónleikarin Rasmus Lyberth kemur seinni í mars mánaði til Føroya. Saman við guittarleikaranum Michael Hansen fer Rasmus Lyberth at halda eina konsert í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 23. mars kl. 20.00. Við á konsertini verður eisini Hanus G. Johansen.

 

Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum hevur fingið Rasmus Lybert til Føroya, og sum skipar fyri konsertini i tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið.

 

23. mars er norðurlandadagur, og Norrøna Felagið í Føroyum heldur í hesum sambandi sín árliga aðalfund í Norðurlandahúsinum. Eftir sum tað í ár eru 60 ár síðan Norrøna Felagið varð stovnað, valdi nevndin at gera nakað serligt burtur úr degnum í ár.