Hondbóltsfelagið Neistin hevur longt sáttmálan við danan Rasmus Søby. Rasmus Søby kom til felagið í fjør, og hevur gjørt góðan mun á besta mansliðnum hjá Neistanum hetta kappingarárið.
Neistin hevur eisini longt avtaluna við Stinu Madsen, sum somuleiðis kom til felagið síðsta summar, og hevur spælt við besta kvinnuliðnum hjá felagnum hetta kappingarárið.
Neistin skrivar á heimasíðuni, at bæði mans- og kvinnuliðið eru mannað við nógvum ungum spælarum, og at tað hevur riggað sera væl at fingið royndar leikarar sum Rasmus og Stinu í leikarahópin.
Umframt at spæla við fremstu liðunum hjá felagnum, eru bæði Rasmus Søby og Stina Madsen eisini ungdómsvenjarar í Neistanum.