Rasmus Stensgaard aftur venjari hjá VB

Rasmus Stensgaard verður aftur hondbóltsvenjari hjá VB. Á sínum fb-vanga upplýsir Rasmus Stensgaard, at hann og VB eru komin ásamt um 3 ára sáttmála, og Rasmus byrjar 15.juli 2021.

Rasmus Stensgaard var venjari hjá VB 2017/18, og riggaði samstarvið væl. Ikki minst legði Rasmus stóran dent á at venja ungdómin.

Á sinum fb-vanga sigur Rasmus Stensgaard seg gleða seg til aftur at arbeiða við ungdóminum í VB, við VB kvinnuliðnum, sum hann ætlar skal aftur í ovara enda á stigatalvuni, og so fegnast hann um at koma í eitt felag, i hevur sera góð viðhaldsfólk.