Rasmus verður venjari hjá Víkingi

Nýggjur maður verður á beinkinum hjá Víkingi og undir liðini á Jóhan Petur Poulsen

Tað verður nýggjur maður undir liðini á venjaranum hjá Víkingi, nú tað verður farið undir fyrireikingarnar til nýtt kappingarár.

 

Svenn Ó. Olsen hevur síðsta árið verið hjálparvenjari. Tað verður hann ikki í 2022.

 

Nýggjur hjálparvenjari hjá Jóhan Petur Poulsen, sum heldur fram í venjarasessinum, verður 36 ára gamli Rasmus Nolsøe, vita góðar keldur í Sarpugerði at siga.

 

Rasmus var í trý ár – 2017, 2018 og 2019 – hálparvenjari í HB. Fyrsta árið var Sigfríður Clementsen venjari, og tvey tey seinnu árini var íslendski Heimir Guðjónsson venjari. Í 2018 eydnaðist tað HB, Heimir og Rasmusi at vinna FM, og í 2019 vunnu teir steypakappingina.