Við tveimum brotsspørkum tíðliga í fyrra hálvleiki leikti Real Madrid seg í finaluna í Copa del Rey móti Atletico Madrid.
Fyrra brotssparkið kom longu í 3. minutti, og var framt móti Christiano Ronaldo. Hann setti sjálvur brotssparkið í netið við at smekka bóltin til høgru fyri málverjan.
Í 16. minutti var aftur floytað fyri brotssparki. Hesaferð var tað ímóti Gareth Bale í mótsattu síðu av brotsteiginum.
Úrslitið var tað sama. Ronaldo í somu síðu og so var støðan 2-0.
Eftir at Real Madrid hevði vunnið fyrru hálvfinaluna 3-0, var úrslitið púra greitt. Real Madrid er í Copa del Rey finaluni við samanlagt 5-0.