Átta av teimum 16 dystunum, ið skulu spælast í Champions League hesa vikuna, eru spældir í kvøld. Real Madrid vann trupla útidystin ímóti týska Borussia Dortmund, meðan danska meistaraliðið, FCK, vann tryggan sigur ímóti belgiska Club Brugge.
Bólkur E:
Eftir at hava tapt fyrsta dystin á evropeiska heimavøllinum, Wembley, ímóti Monaco eydnaðist tað Tottenham at fáa ein sigur í hús. Í Moskva vann Spurs 1-0 ímóti CSKA Moskva. Málið skoraði suðurkoreanski Heung-Min Son, sum er í stórformi fyri tíðina.
Bayer Leverkusen var á odda 1-0 á útivølli ímóti Monaco. Málið skoraði fyrrverandi framherjin hjá Manchester United, Javier Hernandez. Men í yvirtíðini javnaði heimaliðið til endaliga úrslitið, 1-1.
1. Monaco - 4 stig
2. Tottenham - 3 stig
3. Bayer Leverkusen - 2 stig
4. CSKA Moskva - 0 stig
Bólkur F:
Lagt var upp til eitt brak av einum dysti, tá ið Borussia Dortmund tók ímóti Real Madrid. Real Madrid og Cristiano Ronaldo, sum vitjar í Føroyum í næstum, vóru á odda 2-1, men mistu á stokkinum. Ronaldo legði Real á odda eftir eitt korter, men beint áðrenn hálvleik javnaði snarljósið í álopinum hjá Dortmund, Pierre-Emerick Aubameyang. Franski miðverjin, Raphael Varane, legði Real Madrid á odda 2-1 í seinna hálvleiki, men í 87. minutti javnaði týski heimsmeistarin, Andre Schurrle
Sporting Lissabon vann 2-0 á heimavølli ímóti Legia Warszawa.
1. Borussia Dortmund - 4 stig
2. Real Madrid - 4 stig
3. Sporting Lissabon - 3 stig
4. Legia Warszawa - 0 stig
Bólkur G:
FC Keypmannahavn vann týdningarmiklan heimasigur ímóti belgiska Club Brugge við heili 4-0. Fyrsta málið var sjálvmál, og síðani økti liðskiparin, Thomas Delaney, um donsku leiðsluna við einum dreymalangskoti. Federico Santander skoraði til 3-0, áðrenn miðverjin, Mathias Zanka, slerdi sigurin fastan.
Leicester vann 1-0 á heimavølli ímóti FC Porto. Málið skoraði algeriska nýinnkeypið, Islam Slimani.
1. Leicester - 6 stig
2. FCK - 4 stig
3. FC Porto - 1 stig
4. Club Brugge - 0 stig
Bólkur H:
Juventus vann sannførandi útisigur ímóti Dinamo úr Kroatia. Mál frá Miralem Pjanic, Gonzalo Higuain, Pablo Dybala og eitt sjálvmál gjørdu, at Juventus vann 4-0.
Sevilla vann 1-0 á heimavølli ímóti Lyon.
1. Juventus - 4 stig
2. Sevilla - 4 stig
3. Lyon - 3 stig
4. Dinamo Zagreb - 0 stig