Real Madrid og Ronaldo skrivaðu søgu

Champions League: Við Cristiano Ronaldo í høvuðsleikluti gjørdist Real Madrid fyrsta felagið at vinna kappingina tvey ár á rað

Real Madrid hevur vunnið Champions League. Hetta gjørdist greitt, tá ið belgiski dómarin, Felix Brych, floytaði finaluna av, sum varð spæld í Cardiff. Dysturin endaði 4-1 til Real Madrid, og sum so ofta áður átti superstjørnan av teimum øllum, Cristiano Ronaldo, ein høvuðsleiklut í hesum. Hann skoraði tvey mál hjá spanska kongafelagnum, meðan Casemiro og Marco Asensio skoraðu eitt í part. Einsamalla málið hjá Juventus, sum tó var kvøldsins besta, skoraði Mario Mandzukic.

 

Juventus byrjaði betur og trýsti Real Madrid. Serliga nær við vóru italiumenninir, tá ið frálíkt skot frá miðvallaranum varð bjargað eins frálíkt av Keylor Navas í málinum hjá Real Madrid. Kortini skoraði Real Madrid fyrsta málið.

 

Eftir 20 minuttir endaði bólturin hjá Dani Carvajal, ið sendi flatt innfyri til Cristiano Ronaldo, sum við skoti, ið varð avrættað eitt vet av Leonardo Bonucci, fór í netið. Ikki heilt uppiborið eftir leikgongdini.

 

Juventus svaraði tó skjótt aftur. Bólturin kom innfyri til Gonzalo Higuaín, ið legði hann av til Mario Mandzukic. Kroatiski framherjin hevði ryggin ímóti málinum, men hann gjørdi ikki mætari enn at saksa hann í netið. Eitt mál, ið óivað fer í søgubøkurnar sum eitt av teimum bestu, ið nakrantíð eru skorað í einari finalu í Champions League.

 

Samanumtikið hevði Juventus yvirtakið í fyrra hálvleiki, men franski venjarin hjá Real Madrid, Zinedine Zidane, hevur helst lagt gott í beinini í sínar menn í hálvleikssteðginum, tí spaniólarnir komu væl betur út til seinna hálvleik. 

 

Hetta gav úrslit eftir ein tíma, tá ið verjukendi miðvallarin, Casemiro, sendi eitt langskot ímóti málinum. Enn einaferð varð bólturin avrættaður, hesuferð av fyrrverandi Real Madrid-leikaranum, Sami Khedira, og so var 2-1 til Real Madrid.

 

Lítla løtu seinni bleiv dysturin avgjørdur, tá ið áðurnevndi Ronaldo var fyrstur á bóltinum eftir innlegg úr høgru og skoraði til 3-1.

 

Lítla løtu undan dystarloki fekk Juan Cuadrado hjá Juventus reytt kort, tá ið hann skumpaði Sergio Ramos, sum tó eisini týðiliga gjørdi sera nógv burturúr, at hann hevði fingið eina lítla hond í ryggin.

 

Tá ið vanliga leiktíðin var um at fara smíðaði innskifti Marco Asensio seinasta seymin í líkkistuna hjá Juventus, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, 4-1.

 

Hesin sigurin hjá Real Madrid er søguligur, tí nú er høvuðsstaðarfelagið úr Spania fyrsta felagið, ið hevur vunnið Champions League tvey ár á rað. Hinvegin hevur Juventus tapt tvær Champions League-finalur seinastu trý árini. Serliga beiskt man tað vera fyri garvaða málverjan, Gianluigi Buffon, sum nú hevur tapt heili tríggjar finalur í hesi kappingini í yrkisleið sínari.