Í kvøld verður seinna hálvfinalan í Champions League millum Real Madrid og Juventus. Italska Juventus vann fyrra dystin 2-1. Sostatt skal Real Madrid vinna í kvøld fyri at koma í finaluna, har Barcelona bíðar.
Fyri Real Madrid kemur tað væl við, at Karim Benzema og Toni Kroos helst báðir vera við. Tað merkir, at Carlo Ancelotti kann velja millum næstan allar spælararnar. Undantøkini eru Luka Modric og Samir Khedira.
Fyri Juventus kemur tað væl við, at stóra miðvallarstjørnan, Paul Pogba, spældi og skoraði farna vikuskiftið. Hann hevur verið skaddur í eina tíð, men er klárur til dystin í kvøld.
Real Madrid klárar seg við einum 1-0 sigri, tí teir skoraðu á útivølli.
Champions League hálvfinala:
Real Madrid(1) – (2)Juventus (19.45)