Tað nærkast í hvørjum, at fyrstu dystirnir í stóru landskappingunum í Evropa verða spældir. Eitt tekin um tað er, at UEFA Super Cup dysturin er á skránni í kvøld. Dysturin er millum Champions League vinnararnar úr Real Madrid og Europa League vinnararnar úr Sevilla.
Bæði liðini eru úr Spania, sum framvegis tykist hava eginleikan at verða á ovastu rók í fótbóltsheiminum, hóast spanska landsliðið fekk av at vita í HM endaspælinum í Brasil.
Fyri Real Madrid verður hetta eisini ein møguleiki, at bjóða kolumbiska James Rodriquez og týska Toni Kroos vælkomnar í hvítu troyggjuna. Teir vóru millum bestu spælararnar í HM endaspælinum og kostaðu Real Madrid upp í móti eini milliard krónur samanlagt, tá teir í summar skiftu frá ávíkavist Monaco og Bayern Munchen.
Dysturin í kvøldur verður spældur á Cardiff City Stadium í Wales.
UEFA Super Cup 2014:
Real Madrid – Sevilla (19.45)